
Aftur í ár verður skipað fyri Ung í Arbeiði. 
Tit, sum ætla at taka lut, skulu tit senda sms á tlf. nummar 282878: 
upplýs fulla navn tykkara, telefonnummar og aldur. 
Børn yngri enn 15 ár, skulu sambært lógini hava eina váttan við fráforeldrum/verju at tey loyva teimum at arbeiða.
Í ár verða tað Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Klettskarð í Kongsstovu, sum hava ábyrgd av arbeiðinum. Tit fáa nærri kunning frá teimum mikudagin 21. juni viðvíkjandi uppmøting: hvar og nær.
Tit fara at arbeiða í báðum bygdinum, Kunoy og Haraldssund.
Kunoyar Kommuna
ÁBYRGDARFÓLK:
Gunnhild Dahl Niclasen 
  tlf. nummar: 282878
Kári Klettskarð í Kongsstovu
Tlf. nummar: 226158
Vilt tú vera við, send sms til 282878 og upplýs:
· NAVN
· ALDUR
· TELEFONNUMMAR
Seinasta freist at melda til er mikudagin 21. juni kl 12.